+298 32 80 55

Vit geva lógvatak í trúnaði

Eitt leyst starv á Heilbrigdi
Les meir her

Hvat er Heilbrigdi

Heilbrigdi er ein viðgerðarstovnur, sum síðani 1986, hevur hjálpt fólki, sum eru komin ov langt í misbrúki av rúsdrekka ella øðrum rúsevnum.

Heilbrigdi er til reiðar at veita hjálp við professionellum starvsfólkum, sum í meira enn 30 ár hava hjálpt fólki úr bundinskapinum. 

Viðgerðin byggir á Minnesota-fyrimyndina, sum er ein viðgerðarháttur, ið kemur úr USA og hevur víst at geva nógv bestu úrslit. 

Virðisgrundarlag

Øll viðgerð í Heilbrigdi er í trúnaði og navnloynan verður vird.
Vit vísa øllum menniskum virðing og umsorgan. Saman við áliti og erligheit er næstakærleiki og eyðmjúkleiki leiðreglur í allar viðgerðini og grundarlag undir lívinum í edrúskapi. 

Okkara tilboð

Vit hava góðar royndir av viðgerðum okkara
og nógv fólk hava fingið eina nýggja byrjan í lívinum eftir viðgerð í Heilbrigdi.

Avrúsing

Viðgerðin á Heilbrigdinum byrjar vanliga við avrúsing, sum altíð fer fram undir læknahond

Les meira

Grundviðgerð

Tá avrúsingin er liðug, byrjar grundviðgerðin. Viðgerðin byggir á 12-stiga skránna hjá AA.

Les meira

Eftirviðgerð

Eftirviðgerðin er ein framhaldsviðgerð av grundviðgerðini og er ein týðandi partur av viðgerðini sum heild.

Les meira

Akupunktur

Royndir vísa, at NADA sum ískoytisviðgerð ger úrslitini av øðrum viðgerðartilboðum munandi betri.

Les meira

Familjuviðgerð

Heilbrigdi miðar eftir at hava átta familjuviðgerðir um árið skipað sum vikuskiftisskeið.

Les meira

Vit geva lógvatak í trúnaði

At vera bundin av alkoholi, heilivági ella øðrum evnum oyðileggur lívið hjá fólki og hevur álvarslig árin á familjuna og arbeiðslívið.

Tann bundni veit sum oftast, at okkurt er galið; men brúkar nógva orku til at avnokta sannleikan um sína støðu. Tørvandi evni til at viðurkenna trupulleikan er eisini partur av sjúkuni.

Viðgerðin varir vanliga 5 vikur og longur. Viðgerin er ókeypis fyri misbrúkaran. Vit hava góðar royndir og nógv fólk hava fingið eina nýggja byrjan í lívinum eftir viðgerð í Heilbrigdi.

Her halda vit til

Norður á Heyggi 3
176 Velbastaður