Vit svara alt
samdøgrið

Viðgerðin, ið gevur góð úrslit

Tann skilgreining, ið vit ganga undir, er grundað í fimti ára royndir A. A.- felagskapsins um, hvussu ein heldur seg edrúan.
Takkað verið víðgerðarhátti A. A.-felagsskapsins hava fleiri milliónir fólk lært at vera edrú uttan nakran heilivág.

Meginparturin av drykkjumonnunum er ikki samfelagslig ómenni, men er virkið yrkisfólk, við egnum heimum og skyldfólki.
Men bæði fyri teir, ið eru betur fyri og fyri teir mest óhepnu verður viðgerðarúrslitið munandi betri eftir Minnesotafyrimyndini enn eftir tí gamla viðgerðarháttinum.

Eins og A. A. – felagsskapurin meta vit eisini alkoholismu at vera ein viðkvæmissjúku, ið hevur sítt árin á sjúklingin bæði samfelagsliga, sálarliga og likamliga.

Ein umráðandi treyt er, at tey, ið starvast á viðgerðarheiminum eru edrúir alkoholikarar og eru væl kunnugir við A. A. frøði, ið vil geva menniskjum tryggleika og javnvág á sær sjálvum og á sínum umhvørvi.
Úrslitið av alkoholviðgerðini eftir hesum háttinum er undrunarvert. Skyldfólk drykkjumansins eigur heldur ikki at verða gloymt.
Tann viðgerðin, sum er alkoholikaranum at bata, hevur eisini árin á alla familjuna, so tey kunnu fáa seg burtur úr einseminum og eisini fáa eitt hægri lívsstøði.