Vit svara alt
samdøgrið

Tey tólv stigini

FYRSTA STIG

Vit játtaðu, at rúsdrekkað hevði vald á okkum – at vit høvdu mist tamarhald á lívi okkara

ANNAÐ STIG

Vit fingu trúgv á, at eitt Vald sterkari enn vit sjálvi kundi endurreisa okkum til andaliga heilsu

TRIÐJA STIG

Vit gjørdu av at geva vilja og lív okkara í umsorgan Guds, soleiðis sum vit skiltu hann

FJÓRÐA STIG

Vit kannaðu gjølla og óttaleys okkara egna siðalag

FIMTA STIG

Vit játtaðu fyri Gudi, okkum sjálvum og øðrum menniskjum, júst, hvussu brek okkara vóru háttað

SÆTTA STIG

Vit vóru av sonnum til reiðar at lata Gud loysa okkum úr øllum hesum lyndisbrekum

SJEYNDA STIG

Í eyðmýkt bóðu vit hann taka burtur brek okkara

ÁTTUNDA STIG

Vit gjørdu ein lista yvir øll tey fólk, vit høvdu gjørt skaða, og vóru fús at bøta teimum tað aftur

NÍGGJUNDA STIG

Vit fóru til hesi fólkini at bøta skaðan, um vit ikki við at gera tað særdu tey ella onnur

TÍGGJUNDA STIG

Vit hildu fram við sjálvskanningini, og tá ið vit høvdu órætt, viðgingu vit tað uttan drál

ELLIVTA STIG

Vit royndu við bøn og djúphugsan at bøta tilvitaða samband við Gud, sum vit skiltu hann, við tað at vit bóðu um bara at kenna vilja hansara við okkum og um styrki til at fremja hann

TÓLVTA STIG

Tá ið vit vóru andliga vakt av at ganga hesi Stigini, royndu vit at bera boðskapin til alkoholikarar og at íðka hesar grundreglur í øllum virki okkara