Vit svara alt
samdøgrið

Stuðulsfelagið hjá Heilbrigdi

Viðtøkur

§ 1. Navn og heimstaður
  • Stk. 1. Navni er Stuðulsfelagið hjá Heilbrigdi.
  • Stk. 2. Felagið er heimahoyrandi í Tórshavn. 
§ 2. Endamál 
  • Stk. 1. Stuðulsfelagið hjá Heilbrigdi hevur til endamáls at stuðla viðgerð av alkoholikarum og avvarðandi eftir 12-stiga skránni.
  • Stk. 2. At stuðla og hjálpa medmenniskjum burtur úr rúsevnamissnýtslu.
  • Stk. 3. At stuðla samanhaldi fyri at hjálpa hvørjum øðrum til varandi edrúskap.
  • Stk. 4. At skipa fyri tiltøkum fyri allari familjuni, út frá tí sjónarmiði, at alkoholisma er ein sjúka, sum rakar nógv onnur enn alkoholikaran.
  • Stk. 5. Eftir førimuni at stuðla Heilbrigdi. 
§ 3. Limir
  • Øll sum ynskja at stuðla felagnum og endamáli felagsins kunnu gerast limir. 
§ 4. Limagjald 
  • Limagjaldið verður ásett einaferð um árið á aðalfundinum. Fyri at hava atkvøðurætt á aðalfundinum skal limagjaldið vera goldið. 
§ 5. Nevndin 
  • Stk. 1. Felagið er undir leiðslu av nevndini, sum verður vald av limunum á aðalfundinum. Um ein av nevndarlimunum fær afturstig, fer viðkomandi úr nevndini og fyrsti varalimur tekur við.
  • Stk. 2. Nevndin telur fimm limir og tveir varalimir.
  • Stk. 3. Annaðhvørt ár fara tveir nevndarlimir frá og annaðvørt ár tríggir nevndarlimir. Varalimirnir verða valdir á hvørjum ári.
  • Stk. 4. Nevndin skipar seg sjálv við formanni/kvinnu, næstformanni/kvinnu, kassameistara og skrivara.
  • Stk. 5. Formaðurin/kvinnan kallar inn til fundirnar og skal kalla inn um tveir nevndarlimir ynskja tað.
  • Stk. 6. Nevndin er viðtøkufør um 4 nevndarlimir eru møttir. Vanligur meiriluti er galdandi. Stendur á jøvnum er formanins atkvøða at telja sum 2.
  • Stk. 7. Gerðabók um tiknar avgerðir og minnilutaviðmerkingar skulu skrivast frá øllum fundum.
  • Stk. 8. Til at binda felagið fíggjarliga ella løgfrøðiliga krevst undirskrift av tveimum nevndarlimum, har tann eini skal vera formaðurin/kvinnan ella næstformaðurin-/kvinnan.
  • Stk. 9. Nevndin kann seta arbeiðsbólkar eftir tørvi. 
§ 6. Roknskapur 
  • Roknskaparárið fylgir kalendaraárinum. Roknskapurin hjá felagnum skal grannskoðast av grannskoðara valdur á aðalfundinum. 
§ 7. Aðalfundurin 
  • Stk.1. Aðalfundurin er ovasti myndugleiki hjá felagnum.
  • Stk. 2. Aðalfundurin verður hildin á vári á hvørjum ári.
  • Stk. 3. Formaðurin/kvinnan kallar inn til aðalfundin við einum mána tilsøgn, vísandi til dato, klokkan, stað og skrá. Lýst skal verða í almennum miðlum.
  • Stk. 4. Skráin fyri aðalfundin skal vera henda:
    1. Val av fundarstjóra
    2. Formaðurin greiðir frá virkseminum í farna ári
    3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi
    4. Innkomin mál 
    5. Nevndin leggur fram ætlanir fyri komandi ár
    6. Limagjaldið
    7. Val av nevndarlimum
    8. Val av varalimum 
    9. Val av grannskoðara
    10. Ymisk 
  • Stk. 5. Mál sum limir ynskja at fáa viðgjørt á aðalfundinum skulu verða formanninum skrivliga í hendi 3 vikur fyri aðalfundin. Uppskotið skal vera undirskrivað. 
  • Stk. 6. Á aðalfundinum hava møttir limir eina atkvøðu. Fulltrú kann ikki latast
  • Stk. 7. Atkvøtt kann verða við handarhevj, er ikki skrivlig atkvøðagreiðsla ynskt
  • Stk. 8. Avgerðirnar verða tiknar við vanligum meiriluta
  • Stk. 9. Gerðabókin við øllum avgerðum frá aðalfundinum skal undirskrivast av formanninum/kvinnuni, skrivaranum og fundarstjóra
§ 8. Tilknýti
  • Stuðulsfelagið hjá Heilbrigdi hevur einki tilknýti til AA, NA, Al-Anon, ACA ella líknandi 12-stiga felagsskapir. Stuðulsfelagið hevur einki tilknýti til nakran trúarbólk ella politiskan bólk. 
§ 9. Viðtøkubroytingar og avtøku av felagnum 
  • Stk. 1. Broytingar av hesum viðtøkum ella avtøku av felagnum kann bert fara fram á einum aðalfundi ella á einum eykaaðalfundi. Ásetingar fyri einum eykaaðalfundi eru tær somu sum fyri einum vanligum aðalfundi, tó kann skráin tillagast.
  • Stk. 2. Um 20% av limunum ella fýra nevndarlimir ynskja tað, skal formaðurin kalla inn til eykaaðalfundar.
  • Stk. 3. Fundurin er viðtøkuførir um 20 % av liminum eru møttir. Um fundurin ikki er viðtøkuførur, skal kallast inn til eykaaðalfundar eftir galdandi ásetingum.
  • Stk. 4. Um felagið skal avtakast, skal tað standa sum einasta evni í skránni. 3⁄4 av liminum skulu atkvøða fyri avtøku fyri at tað skal fáa gildi. Um avtøka er fyri á einum eykaaðalfundi krevst vanligur meiriluti fyri avgerðini.
  • Stk. 5. Við avtøku av felagnum fara ognirnar hjá felagnum til Heilbrigdi. 

Viðtøkurnar eru samtyktar á stovnandi aðalfundi, tann 9. februar 2012 og seinni broyttar á aðalfundi, tann 2. mars 2013.

Málsligar broytingar á eykaaðalfundi tann 4. septembur 2018.

Viðtøku- og málsligar broytingar samtyktar á aðalfundi 8. mai 2019 

Sí meira á Facebook síðu teirra Stuðulsfelagið hjá Heilbrigdi – (tú mást vera á Facebook)