Vit svara alt
samdøgrið

Hvat er Alkoholisma?

Alkoholisma er ein sjúka, ið týnir mong mannalív og oyðir alt rundan um seg. Tað eru bert krabbameinssjúkur og hjarta- og æðrasjúkur, ið krevja fleiri mannalív.

Fyri alkoholismu galda hesar fimm tummilreglur:

Hon er ein sjálvstøðug sjúka:

ikki ein fylgja av nøkrum øðrum, heldur eru persónligir trupulleikar ein fylgja av alkoholismu
Hon er áhaldandi:
altíð nærverandi við eini sníkjandi framferð
Hon mennist:
verður verri og verri, og lekist ikki av sær sjálvum
Hon er óbótalig:
tá ið tamarhaldið yvir alkoholinum er farið, so er tað farið með alla
Hon kann viðgerast:

tann sjúki kann fáast til at gjøgnumskoða sína noktan og lygnir og byggja upp eitt nýtt lív

Hon er ikki ein spurningur um vilja:


Alkoholisma er ikki eitt tekin um veika persónsmensku, og hon kann ikki basast bara við vilja og sálarligari styrki. Alkoholisma er ein sjúka, sum lutvíst er arvalig, og hon kann raka øll