Vit svara alt
samdøgrið

Alkoholisma broytir alla familjuna

So hvørt sum alkolisman mennist hjá alkoholikaranum, broytist alt so líðandi rundan um hann. Hetta hendir ofta so líðandi, og ofta uttan at alkoholikarin sjálvur varnast tað. Spakuliga gerst alt húskið sjúkt. Ikki minst børnini líða og kunnu, um hond ikki verður tikin um tey, fáa varandi mein.

Til ber at bólka tað, sum hendir við familjuni hjá alkoholikaranum:

Sosialt

  • Tey nærmastu hjá alkoholikaranum halda seg frá øðrum skyldfólkum og vinfólkum (onnur skulu einki vita um okkara trupulleikar, og vit vilja helst sleppa frá at greiða frá). Tey vita ongantíð, nær tey skulu skammast yvir atburðin hjá alkoholikaranum.
  • Tey byrja at kenna seg væl, tá ið tey eru saman við øðrum, sum eru í somu ólukkuligu støðu.
  • Tey sova ella arbeiða nógv (aftur ein máti at sleppa undan).
  • Tey byrja at liva teirra egna lív í sjálvdrátti, tí tey kunnu ikki líta á alkoholikaran.

Mentalt

  • Tey fokusera á alkoholikaran og atferð hansara. Støðan ger, at tey hava ikki bindindi til nakað, hvørki í skúla ella í arbeiði. Upplivingar og kenslur eru ov pínufullar, tær verða fortrongdar.
  • Tey missa ímyndingarevnini, evnini at spæla og droyma.
  • Av tí at lívið saman við einum alkoholikara er so ørkymlandi, so halda tey, at tað er teimum sjálvum, tað er okkurt galið við, ella at tey eru við at gerast svøk.

Kensluliga

  • Tey tora ikki at vísa sínar kenslur. Tey eru allatíðina sera varin.
  • Tey yvirspæla ella undirspæla. Tey gera smáar trupuleikar stórar og skúgva teir, sum veruliga eru stórir, til viks.
  • Tey fáa ikki øðina fram á rættan hátt.
  • Tey verða smásár og spotsk ímóti øðrum og ovursint.
  • Mótvegis øðrum látast tey glað og lukkulig og krógva sínar sonnu kenslur.
  • Tey fáa somu kensluligu umskifti sum alkoholikarin.

Etiskt

  • Tey lúgva fyri at bera í bøtuflaka fyri alkoholikaran.
  • Tey snýta á arbeiðisplássinum (koma seint, fara tíðliga, brúka telefonina til at kontrollera alkoholikaran og loysa heimligar trupulleikar).
  • Tey stjala frá alkoholikaranum (pengar, alkohol).
  • Tey leita sær tryggleika, forstáilsi og umsorgan hjá øðrum persónum (ótrúskapur).

Fríi viljin

  • Tey nærmastu missa evnini at velja og taka avgerðir. Tey lata alkoholikaran sleppa at ráða og velja fyri tey. Við hvørt eru tað tey sjálvi, sum avmarka sínar egnu møguleikar orsakað av alkoholismuni, og soleiðis fær alkoholisman ræði á tilveru teirra.
  • Tey líta ikki á egna hugsan og egnar metingar.
  • Tey broyta ætlanir eftir støðuni hjá alkoholikaranum.
  • Tey brúka mestu tíðina og orkuna til at kontrollera alkoholikaran.

Likamliga

  • Svøvnloysi, andvekur.
  • Altíð móð og kraftaleys.
  • Tey fara nógv aftur ella tyngjast munandi.
  • Verða fyri vanlukku.
  • Høvuðpína, ryggpína, magapína.
  • Fjálturstungin, bangin, ovurspent.
  • Misrøkja sína útsjónd.

Í Amerika halda granskarar, at hvør einasti alkoholikari álvarsliga ávirkar lívið hjá minst fýra øðrum fólkum. Í Føroyum, við teimum tøttu sambondunum, vit hava her, er talið helst nógv hægri. Tá ið saman um kemur verða hjúnafelagar, foreldur, systkin, børn, vinfólk og arbeiðsfelagar eisini ávirkað av sjúkuni alkoholismu.