Vit svara alt
samdøgrið

Avrúsing

Viðgerðin byrjar vanliga við avrúsing. Tað er, at sjúklingurin teir fyrstu 5-14 dagarnar verður aveitraður undir serkønum eftirliti av lækna og sjúkrarøktarfrøðingi.

Aveitran og abstinensviðgerð eru tídningarmiklir liðir í heildarviðgerðini. Abstinensir kunnu vera ein vandi fyri heilsuna og eiga at viðgerðast medisinskt. Í avrúsingini hjálpa vit sjúklinginum at koma ígjøgnum abstinenstíðina við at linna abstinensirnar so væl, sum til ber.

Samstundis verður sjúklingurin heilsukannaður, soleiðis at ein fullfíggjað heilsumynd kann fáast av honum.

Avrúsingin fer altíð fram undir læknahond.