Vit svara alt
samdøgrið

Akupunktur

NADA stendur fyri National Acupuncture Detoxification Association  og er ein viðgerðarháttur, ið varð mentur av amerikanska sálarlæknanum og heimsspekinginum Dr. Michael O. Smith í fyrru helvt av 1970-árunum.

NADA-akupunkturur verður givið í bæði oyru. Fimm smáar, sterilar nálir verða settar í hvørt oyra. Royndir vísa, at NADA sum ískoytisviðgerð ger úrslitini av øðrum viðgerðar- og/ella venjingartilboðum munandi betri. 

NADA hevur gagnliga ávirkan á angist, tunglyndi og strongd og virkar eisini fyribyrgjandi ímóti afturfalli.

NADA kann brúkast til linna í løtuni og/ella sum liður í eini drúgvari viðgerðargongd.

Á Heilbrigdi brúka vit fyrst og fremst NADA-oyraakupunktur sum ískoyti til medisinsku abstinensviðgerðina. Sjúklingar í grundviðgerðini fáa tó eisini tilboð um NADA fast tvær ferðir um vikuna ígjøgnum alla viðgerðina, til teir verða útskrivaðir.

Hetta ger NADA millum annað:

  • Linnir abstinensir og trongd til at rúsa seg
  • Styttir um abstinensviðgerðina og stuðlar undir lekingartilgongdina
  • Linnar angist og strongd
  • Hjálpir móti svøvloysi
  • Linnar kropsligt og sálarligt óró/rastloysi
  • Stuðlar undir betri handfaring av kenslum
  • Stuðlar undir betri handfaring av kognitivum funksjónum (læru- og hugsavningarevni)
  • Er fyribyrgjandi móti afturfalli

Starvsfólk við altjóða góðkendum próvbrævi í NADA standa fyri NADA-viðgerðini á Heilbrigdi.