
28/08/2020
AA fundirnir aftur á Heilbrigdinum..
Frá fríggjadegnum 28. august er aftur møguleiki hjá AA bólkunum kring landið at koma inn á Heilbrigdi at halda AA fundir.
Fundirnir vera sum vanligt hvørt kvøld kl. 20:00 – 21:00.
Saknurin eftir vanligu AA-fundunum hevur verið stórur seinastu tíðina, meðan fundirnir hava verið á Internetinum vegna Korona.
Vit heita innarliga á tykkum um at finna góða stevið aftur, soleiðis at fundirnir vera hvørd kvøld.
Vit mugu samstundis ásanna, at seinastu tíðina áðrenn Korona, kom tað alt ov ofta fyri, at eingin kom at halda fund, uttan at geva avboð.
Hetta er sera óheppi fyri tey sum eru í viðgerð, og tí heita vit einaferð enn innarliga á bólkarnar kring landi um at skipa soleiðis fyri, at fundirnir aftur vera regluliga hvørt kvøld.
Vit mugu tó framvegis halda okkum til tilmælini frá heilsumynduleikunum og Koronaráðgevingini.
Hetta merkir:
- Vit halda frástøðu
Sí meira her - Hevur tú sjúkueyðkenni skal tú ikki koma á fund
Sí meiar her - Hevur tú verið uttanlanda, halt teg til tilmælini
Sí meira her - Øll eiga altíð at halda seg til almennu tilmælini
Sí meira her
Vit gleða okkum at síggja tykkum
Sjúrður Knudsen, leiðari